Anna Maria Olsen, Mpiri

Anna Maria er 26 ára gomul og føroyingur. Hon hevur altíð verið virkin innan sang, bæði í kóri og sum solistur. Hon hevur m.a. haft sína egnu trio og er júst liðug við eina turné við føroyska tónleikabólkinum Aldubáruni. Hon hevur búð í Danmark í 8 ár, og hevur lisið tónleik og zoneterapi, arbeitt í barnagarði og á café. Nú arbeiðir hon á eini føroyskari ferðaskrivstovu.
Ester Þórhallsdóttir, Det Islandske Kirkekor

Ester er íslendsk og flutti til Keypmannahavnar í 2005. Ester hevur áður sungið i gospelkóri í Noregi, og lesur á Kongaliga Landbúnaðarskúlanum í Keypmannahavn.
Hrafnhildur "Habba" Svansdóttir, Det Islandske Kvindekor

Hrafnhildur, vanliga nevnd Habba, hevur sungið í Íslendska Kvinnukórinum í 3 ár. Hon hevur fyrr sungið í barnakórinum á Árbæjarskúla í Íslandi
Hrafnhildur Sverrisdóttir, Staka / Det Islandske Kirkekor

Hrafnhildur er 29 ára gomul og íslendsk. Hon flutti til Keypmannahavnar í 2000 fyri at lesa til arkitekt á Det Kongelige Kunstakademi, har hon framvegis er lesandi. Í Íslandi hevur hon sungið í studentakórinum Kór Menntaskólans við Hamrahlíð og seinni í Hamrahlíðkórinum. Eisini hevur hon fingið sangvenjing hjá Guðrún Tómasdóttir við Kirkjunnar Tónleikaskúla og hjá Snæbjörg Snæbjarnardóttir í Tónleikaskúlanum í Garðabæ. Í Keypmannahavn hevur hon sungið í Íslendska Kirkjukórinum, Staka og tí føroyska kórinum, Kurpali.
Rannvá Mortansdóttir, Húsakórið

Rannvá er føroysk og hevur búð í Danmark í 7 ár. Rannvá hevur altíð dámt væl at syngja, og hevur verið við í barnakórinum hjá Ólavi Hátún og hevur eisini sungið við í Rútmiska Kórinum í Hoydølum. Hon hevur verið við í Húsakórinum tey seinastu 3 árini, og hevur sum skiftisnæmingur í Írlandi eisini verið við í studentakórinum á University College of Dublin eitt stutt tíðarskeið. Rannvá er útbúgvin magistari í enskum og miðlum og mentan, og er í ferð við at finna sær arbeiði.