|
1997 Århus - Kallakórið Quaeduilt Tað var Kallakórið Quaeduilt, ið tók stig til ta fyrstu norðuratlantisku kórstevnuna. Eitt fríggjakvøld í Áarstovu, eftir at kórið hevði sungið til eitt tiltak har tað sama kvøldið, skeyt onkur limur millum skemtisøgur upp at skipa fyri eina kórstevnu eftir føroyskari fyrimynd her á flatlondum. Tað var ikki tí, at tað lógu nakrir djúpir tankar aftanfyri hetta hugskotið, men menn tóku undir við tí frálíka hugskoti. Eini 6 kór luttóku, og felagskórið sang undir leiðslu av Sunleivi Rasmussen. Tey, sum luttóku hetta fyrsta árið, siga at kórstevnan var ein dundrandi succés. Undir borðhaldinum til gallaveitsluna reistist onkur sangari úr Miðgarðskórinum úr Odense og bjóðaði til kórstevnu í Odense 1998. Hetta fyrsta árið luttóku umleið 100 sangarar. |
|
1998 Odense - Miðgarðskórið Tað næsta árið arrangeraðu sangarar úr Miðgarðskórinum so stevnuna, og hon eyðnaðist eins og fyrsta árið sera væl. Tey uml. 140 fólkini, sum luttóku, lærdu at syngja gospel undir leiðslu av Ettu Cameron og sungu meira vanligan norðurlenskan kórsang undir leiðslu av Hansi Iversen. Aftaná eina minniríka kórstevnu bjóðaði Mpiri til kórstevnu í Keypmannahavn árið eftir. |
|
1999 Gladsaxe - Mpiri 170 sangarir hittust til kórstevnu á Marielundskolen í Gladsaxe. Hetta talið var met, og stevnan bleiv eisini sera góð. Høvuðsdirigentur var John Høybye. Aðrir dirigentar vóru: Sunleif Rasmussen, Marianne Clausen og Hans Pauli Torgarð. Undir gallaveitsluni bjóðaði Álakórið til Aalborg árið eftir. |
|
2000 Aalborg - Áalakórið Socialpedagogisk Seminarium var karmur um enn eina væleyðnaða kórstevnu. Hetta árið luttóku eini 140 sangarir, og alt gekk fyri seg undir leiðslu av Hera Eysturlíð (organistur og kórleiðari í Svøriki) og Erling Kullberg frá Afdeling for Musikvidenskab, Aarhus Universitet. |
|
2001 København - Húsakórið Tað var Húsakórið, ið skipaði fyri, og stevnan var hetta árið skipað eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár. Stevnan var í Keypmannahavn, so luttakarar búðu og vandu í DGI-býnum og høvdu eina konsert har. Máltíðir fingu vit í Føroyahúsinum eins og gallaveitslan varð hildin har. Gallakonsertin var á Fredriksberg ráðhúsi. Hetta kann ljóða fløkjasligt, men tað var væl skipað, so alt gekk væl. Í 2001 var luttakaratalið umleið 150. Føroyska kórið Cantabile var boðið við sum gestakór. Sangurin var undir leiðslu av svianum Gunnari Eriksson, og Sunleif Rasmussen var aftur dirigentur, eins og hann hevði verið tvær-tríggjar ferðir áður. |
|
2002 - friár Hetta árið var Nordatlantisk Kulturfestival við Vígdis Finbogadóttir á odda hildið um sama mundið sum NAKF vanliga er, so avgjørt varð ikki at hava stevnuna hetta árið. |
|
2003 - endnu et friár Hetta árið var stevnan avlýst vegna vantandi undirtøku. Hetta var so harmiligt, at avgjørt varð at seta eina nevnd við limum úr teimum norðuratlantisku kórunum í Keypmannahavn. Hendan nevndin hevur gjørt av at arbeiða fyri, at stevnan verður hildin annað hvørt ár framyvir. |