Aviaja Lumholt

Hálv grønlendsk, hálv donsk, er uppvaksin í Jútlandi, Japan, Grønlandi, og hevur búð eitt ár í USA og 3,5 ár í Berlin. Býr nú í Keypmannahavn saman við báðum døtrunum, sum eru 10 og 13 ára gamlar. Aviaja er útbúgvin á Rútmiska Musikkonservatorium sum sangari/tónleikari. Áðrenn hetta hevur hon verið næmingur á grønlendska kropssjónleikara- skúlanum Tuukkaq, har hon lærdi maskudans, sum enn er partur av hennara uptraðkan, tá hon spælir live. Aviaja hevur verið við sum solistur og backing sangari á fleiri grønlendskum rockupptøkum og konsertferðum, og hevur m.a. verið á ferð við Rasmus Lyberth. Í Danmark eru tað m.a. Marilyn Mazur, Jungle- orkesteret og Etta Cameron, sum hon hevur samstarvað við. Hon hevur eisini undirvíst á tónleikaraskúlum, t.d. í deyv í rytmikk og eitt undirvísingarprojekt fyri grønlendarar á Christiania, sum hon enn er í ferð við. Eitt tíðarskeið var hon kórleiðari fyri grønlendska kórið MIK. Í løtuni er hon í gongd við sína fyrstu soloplátu.