2004 Bryggen - Keypmannahavn

Í 2004 var Norrøna Kórstevnan - Nordatlantisk Korfestival - hildin í okkara nýggja mentanarhúsi Nordatlantens Brygge á Holmen í Keypmannahavn. Hin Íslenski tónasmiðurin Hugi Gudmundsson hevði smíðjað eitt nýtt kórverk til kórstevnuna og Bernhardur Wilkinsson og Mads Lumholdt vóru dirigentar. Venjing, eting og konsertin fyrra kvøldið var alt hildið á Bryggen, meðan stóra gallakonsertin var í Vor Frelsers Kirke á Christianshavn. Tey kórini sum komu langa leið, búðu á Amager Vallaraheim skamt í frá Christianshavn og Bryggen. Samanum tikið eyðnaðist stevnan væl og luttakararnir fegnaðust bæði um tónleikin og um stevnuna sum heild.